Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Sjokolátukøka við kirsuberjamousse


Arbeiðsháttur

Soleiðis gert tú:
Sjokoláturbotnur

Smelta sjokolátu, putursukur, mjólk og smør við lágum hita.
Tá ið alt er smeltað væl saman, tak so av plátuni og lat kólna.

Píska egg, sukur og vaniljusukur lætt og ljóst.
Rør smeltaða sjokulátublandið við eggjasnapsinum og blanda síðan mjøl og bakipulvur í.
Baka kakuna í einum fýrakantaðum formi (uml. 20 x 20cm) á 175 stigum í umleið 20 - 25 minuttir. 
Lat kakuna kólna.

Soleiðis gert tú:
Kirsuberjamousse

Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir.

Hita kirsuberjasós, sukur og sitrón, til tað kókar, so at sukrið smeltar.
Tak grýtuna av plátuni. Kroyst vatnið úr límbløðunum og lat tey smelta í heita kirsuberjalakanum. Set síðan kalt - í umleið 10 minuttir.

Píska róman við einum pískara og rør síðan hvítuna í skúmið við einari skeið. Blanda kirsuberjalakan við rómablandinum og stoyt oman á sjokolátubotnin. 
Set kalt alla náttina.
Sker køkuna í puntar og pynta við jólaligum pynti, t.d reyðum átbærum blómubløðum, parisaralinsum og lekresskúlum við hindverjadusti.

Tilfar

Sjokolátubotnur:

100 g av myrkari sjokolátu
35 g av putursukri
1 dl av mjólk
70 g av smøri
1 egg
1 tsk av vaniljusukri
100 g av mjøli
1/2 tsk av bakipulvuri

Kirsuberjamousse:
3 límbløð
90 g av kirsuberjasós - uttan ber
75 g av sukri
1/2 dl av sitrónsaft
120 g av Hvítu
3 dl av róma

Fakta