Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Sjokulátakaka við banan og kokusglasur


Arbeiðsháttur

Blanda tað turra tilfarið.
Mosa bananurnar og blanda tær í restina av tilfarinum saman við smørinum og mjólkini.

Set ovnin á 180 hitastig.

Píska deiggið væl og koyr tað í ein kakuform, og baka kakuna í uml. 30 min.

Lat kakuna køla av. Blanda síðani glasurin og smyr á kakuna.

Tilfar

Tilfar:
300 gr. Mjøl
250 gr. Sukur
90 gr. Kakaopulvur
3 tsk. Vaniljuskukur
1 tsk. Bakipulvur
1 tsk. Natron
100 gr. Smør – smeltað
3 dl. Mjólk
3 smár bananir

Glasur:
150 gr. Flormelis
120 gr. Kokusmjøl
3 spsk. Kakaopulvur
Uml. 90 ml. Vatn

Fakta