Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Sjokulátakaka við Blak og kaffikrem.


Arbeiðsháttur

 

 
1. Stilla ovnin á 180 hitastig (yvir og undirhita)

  1. Koyr alt tað turra tilfarið í eina skáll
  2. Smelta smør og lat tað kølna
  3. Píska tað váta tilfarið sama og rør síðani alt saman.
    5. Koyr deiggi í ein kakuform (17x17 cm), og baka kakuna mitt í ovninum í uml. 25-30 min.
  4. Lat síðani kakuna kølna

 

Smørkrem:
1. Tak smørið út í einari tíð, soleiðis tað verður bleytt

  1. Píska smør, flormelis, vaniljusukur og liðugt gjørt kaffi, til kremi verður luftigt
    3. Smyr kremi á kakuna
  2. sker daim í smá pettir og koyr yvir kakuna

Tilfar

100 gr. Smør

200 gr. Sukur

40 gr. Kakaopulvur

2 tsk. Vaniljusukur

1 egg

1 tsk. Natron

2,5 dl. Blak

130 gr. Mjøl

 

Smørkrem:
150 gr. Smør

100 gr. Flormelis

2 tsk. Vaniljusukur

4 spsk. Liðugt gjørt kaffi

50 gr. Daim

Fakta