Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Arbeiðsháttur
Loys gerina upp í flógva vatninum.
Koyr restina av tilfarinum í, hveitimjøl seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum.
Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
Evna 25 smá avlong breyð og set á bakarovnsplátu klædda við bakipappíri.
Set at ganga á flógvum stað í 30 min.
Hita ovnin 200° og baka mitt í ovninum í uml. 20 min.
Tilfar
50 g av pressuger4 dl av flógvum vatni
2 dl av blaki, hvítu ella tílíkum
½ dl av olju
1 tsk av salti
1 ssk av sukri
100 g av rugmjøli
100 g av grahamsmjøli
100 g av sáldaðum mjøli (sigtemel)
uml. 600 g av hveitimjøli
Fakta
Tíð:
1,5 tíma
Portiónir:
25
Vøra:

