Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Skuffukøka við Blak


Arbeiðsháttur

Smelta smørið og rør sukurið í.

Rør hettar saman við restini av tilfarinum.

Stoyr deiggið í eina skuffu, sum er klødd við bakipappíri.

Baka køkuna á 200 stigum (ikki luft) í 35 minuttir.

 

Lat køkuna kólna áðrenn kremið verður smurt omaná.

Rív Aero ella aðra sjokolátu omaná kremið 

Vælgagnist !

Tilfar

Køka:

350 gr Sukur
450 gr Putursukur
800 gr Mjøl
275 gr Smeltað Smør
8 tsk Kanel
4 tsk Natron
1 ltr Blak


Køkukrem:

200 gr Róma ost
150 gr Smeltað Smør
200 gr Florsukur
½ Vistfrøðilig sitrón sevja
3 tsk Vaniljusukur

Fakta

Tíð: 45 min