Alt
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Valentine kaka við hindberja mousse


Arbeiðsháttur

Stilla ovnin á 175 hitastig.

Køkan:
Smelta smør og sjokulátuna í einari grýtu. Píska mjøl, egg, sukur og salt saman.

Vend sjokulátuni saman við av tilfarinum.
Legg síðani bakipapir í kakuformin og koyr alt deiggið í.
Baka kakuna í ovninum í uml. 25 min, og lat hana kólna.

 

Hindbermousse:

Legg límbløð í kalt vatn í uml. 10 min. Skava alt úr vaniljustongini, koyr tað í saman við sukur og frystum hindberum, kóka alt síðani saman í einari grýtu.
Tak grýtuna frá og lat kølna eitt sindur. Koyr husblas í grýtuna og rør alt væl saman.
Píska róman og rør síðani saman við hindberjunum. Koyr hindberjamousse á kakuna og stilla á køl í 3 tímar.

Sjokulátaganache:

Smelta sjokuláta fyri seg og róman fyri seg, blanda síðani alt saman og koyr yvir kakuna.

 

Pynt:
Pynta til seinast við frystum berum eftir egnum ynski.

Tilfar

200 g Smør
200 g Myrk sjokoláta 70%
120 g Hveitimjøl
3 Egg
250 g Sukur
1/2 tsk Salt

Hindberja mousse:
6 Límbløð
1 Vaniljustong
50 g Sukur
450 g Fryst hindber
5 dl Róma

Sjokolátuganache:
150 g Myrk sjokoláta
1½ dl Róma

Pynt omaná:
Pynta við berjum

Fakta