Alt

Hvíta Hindber, sólber og bláber fáast nú eisini í 1 liturs-pakka.

15-10-2018

Hvíta Hindber, sólber og bláber fáast nú eisini í 1 liturs-pakka.

Les meira

Hvíta er ein sera lekkur, mjúkur mjólkaúrdráttur, ið smakkar av Hindber, Sólber og Bláber – serligt við hesari vøru er, at hon hevur eitt høgt innihald av protein, men hóast tað varðveitir hon tann mjúka smakkin og er ein sera góður morgunmatur ella millummáli.  

Skil burturkastið

06-06-2018

Á TetraPak teigin á okkara mjólkarpakkum eru komin eini boð um at skilja pakkarnar sum pappír. Hettar letur seg tíverri ikki gera í Føroyum enn og hava vit tískil heitt á TetraPak um at rætta tekstin til okkara viðurskifti. MBM biður viðskiftafólk okkara halda okkum til góðar

Les meira

Súrgað mjólk við acidophilus gróðri

30-04-2018

Leitar tú eftir einari sunnari og lekkrari morgun- og ella millummáltíð, so hevur Raska vøruna til tín. Súrgað mjólk er ikki ein nýggj vøra hjá Rasku, men hon er nú broytt í innihaldi og somuleiðis er pakkningurin spildur nýggjur.

Les meira

Acidophilus er gott fyri immunverjuna 

Mjólkasýrubakteriur av slagnum Lactobacillus acidophilus, sum eru í ávísum súrmjólkavørum styrkja um órinsverjuna soleiðis, at kroppurin lættari klárar at berjast í móti einari virusígerð.

Serliga eru tað børn og eldri fólk ið dagliga fáa mjólkasýrubakteriur, sum verða vard í móti loftvegis ígerðarsjúkum sum influensu og forkølilsi. 

Tað er Gudrun Weiss frá háskúlanum í Keypmannahavn, sum hevur loyst hesa gátu. Hon sigur, at tey eru komin fram til hvussu bakteriurnar heilt nágreiniliga styrkja um immunverju kyknurnar. Hon metir at man í framtíðini kann geva sjúklingum eina skjóta og góða viðgerð t.d í móti influensu. Hetta fer at gera at sjúkradagarnar kunnu styttast hjá fólki. 

 

 

 

Alt tú skalt vita um lættimjólk við D-vitamin

05-03-2018

Tað er ikki neyðugt at velja Lættimjólkina við D-vitamin frá, tí at tú ikki veist hvussu tú skalt fyrihalda teg. Niðanfyri kanst tú kanna eftir hvussu stór mongd av D-vitamin er viðmæld til tín.

Les meira

Hvussu tryggja vit okkum ríkiligt av d-vitamin virði

Fyrst og fremst fáa vit D-vitamin frá sólini, tá hon skínur á húðina hjá okkum. Vit í norðurlondum eru í eini serstøðu, tí sólin stendur so lágt um veturin, og tískil gevur sólin okkum ikki nóg mikið av UVB strálum.
Tað er týdningarmikið at vit eru úti í sólarljósi um summarið, men tær UVB strálurnar vit fáa í Føroyum nøkta ikki tørvum hjá okkum ígjøgnum veturin.

 

Hvussu nógv +D skal eg hava

Pál Weihe, serlækni, hevur kannað føroyingar í nógv ár eftirhondini, og tað vísir seg at millum 50-66 % av føroyingum hava ov lágt D-vitamin virði í blóðinum. Talan er bæði um vaksin og børn. Tá vit máta virðið í blóðinum tosa vit um nanomol. Tá vit tosa um tað D-vitamin ískoyti brúka vit forteknið µg, sum mát fyri nøgdini.

Tilmælini viðvíkjandi D-vitamin eru, at vaksin og børn ið eru eldri enn 11 ár skulu hava eitt dagligt nanomol virði á 50. Tíverri vísa kanningarnar at 25 % av føroyingum hava eitt virði, sum einans er 25. Vit skulu eisini ansa eftir at virðið ikki verður ov høgt, men tá skal tað verða hægri enn 125 nanomol. Hetta er nærum ógjørtligt, men sjálvsagt ber tað til. 

Niðanfyri standa tilmælini sum danska heilsumálaráðið hevur gjørt, og somuleiðis er hetta tað sum vit halda okkum til í Føroyum. 

 

  • 10 µg (400 IE)

                        - Børn 2 vikur – 2 ár fáa hetta við D-vitamin dropum.
                        - Kvinnur ið eru við barn
                        - Børn og vaksin, ið hava myrka húð.
                        - Børn og vaksin sum fjala húðina við klæðum um summarið
                        - Fólk sum ikki eru úti dagliga ella sum sleppa sær undan sólarljósi

 

  • 20 µg (800 IE) saman við 800-1000 mg kalsium

                        - Fólk eldri enn 70 ár
                        - Fólk ið búgva á ellisheimum
                        - Tey ið eru í øktum vanda fyri beinbroyskni (osteoporosa)

 

Vaksin og børn eldri enn 2 ár skulu í grundini syrgja fyri at fáa nóg mikið av D-vitamin. Men hvat er nóg mikið? Í grundini eru eingin beinleiðis tilmæli til hendan aldursbólkin, men miða vit hvønn dag í móti at fáa millum 10-20 µg, so eru vit eftir øllum at døma ikki í vanda fyri at fáa ov lítið

 

 

Tú kanst eta teg til røttu mongd av D-vitamin

Vit fáa eisini D-vitamin úr feitum fiski (makreli, sild, laksi osv), men tað vísir seg at  føroyingar í nógv størri mun eta soltnan fisk.
Smør, margarin, egg og mjólk eru eisini ein góð kelda,  so tí er tað eisini skilagott at drekka D-vitamin lættimjólk frá Rasku.  

 

 

Hvussu nógva mjólk við D-vitamin ískoyti kann eg drekka

Í einum mjólkapakka eru 10 µg, og tískil svarar eitt glas av mjólk sum er 2 dl til 20 % av tí sum verður viðmælt at fáa hvønn dag.  
Tað vil siga tú uttan stúran kanst drekka 1 L av Lættimjólk við D-vitamin um dagin. Dámar tær væl mjólk, og drekkur 0,5 L um dagin, so svarar tað til 5 µg, og tá hevur tú fingið 50 % av tí sum tilmælt er at fáa.
 

 

Vit eru gjørd at drekka mjólk

19-02-2018

Um tú ikki hevur laktosu ovurviðkvæmi, so eru tað bara fyrimunir fyri teg at drekka kúgvamjólk

Les meira

Ein kúgv er rættiliga snild. Hon kann umseta grasið hon etur, sum ikki er mannaføði til mjólk, ið kemur úr júgrinum.

Eftir røttum hevði kúgvin uppiborið heiðursmerki fyri sína góða tænstu fyri okkum menniskju. Seinastu árini hava vit sæð eitt rák við ymiskum mytum, um hví vit ikki skulu drekka kúgvamjólk. Ein myta sigur tildømis, at menniskju ikki skulu drekka laktosu (mjólkasukur), tí at okkara kroppur ikki er gjørdur at bróta tað niður. 

Veruleikin er at vit menniskju hava drukkið mjólkasukur síðani steinaldurin. Tískil eru okkara tarmar (gjøgnum arvafrøðiligt úrbregi) mentir at sodna og brenna mat sum inniheldur mjólk. 

 

Mjólkvøra er ikki farlig - heldur hinvegin

Granskarar í Danmark hava kannað vísindagransking, sum er gjørd innan mjólk og mjólkavørur sum heild.  Teir hava kannað, um tað er sunt ella vandamikið fyri okkara heilsu at drekka mjólk ella eta mjólkvørur. Teir komu fram til at mjólk og mjólkavørur ikki gera okkum nakran skaða.  

Hinvegin komu teir fram til at mjólk og mjólkavørur kunnu minka um vandan fyri hjarta-kar sjúkum, heilabløðing og krabba. Hetta eru bert nøkur av dømunum, sum kanningin kom fram til. 

 

Vit mugu fáa nokk av Kalsium

Fyri at varðveita eina sunna og sterka beinagrind, er tað umráðandi at vit fáa tey neyðugu føðsluevnini í okkum. 
Kalsium (kálkur) er sera umráðandi, um vit ynskja eina sterka beinagrind, sum skal bera okkum gjøgnum eitt langt og gott lív.

Umleið 1 kg av kropsvektini hjá einum frískum persóni, er Kalsium, og av hesum er bróðurparturin at finna í sjálvari beinagrindini. 

Tað eru ikki bert tey sum standa í vøkstri, sum skulu hava kálk til beinagrindina. Tað er altavgerandi at beinagrindin verður styrkt óansæð, um tú ert ungur, eldri ella tilkomin.

Umframt at Kalsium er at finna í mjólk, so eru brokkoli, bønir, fullkornsvørur, nøtur og lítil feitur fiskur eisini góðar keldur til eitt høgt kalsium innihald. 

 

D-vitamin neyðug fyri Kalsium

Um kroppurin skal upptaka kalsium, er neyðugt at tú fært nóg høgt virði av D-vitamin í kroppin. Hevur tú eitt lágt virði av D-vitamin í kroppinum, og roynir at geva kroppinum kalsium, so er alt stríðið til onga nyttu. Tað er trupult at upptaka kalsium, um tú manglar D-vitamin. 

 

Tað er eingin grund at stúra fyri kúgvamjólkini, tí okkara góða mjólk frá Rasku er góð fyri teg.  Og umvegis lættimjólkina við D-vitamin kanst tú tryggja tær betur møguleika at upptaka kalsium í kroppinum. 

 

@Kelda: Videnskab.dk

Tað fríska ljósareyða nú eisini sum smájogurt

02-02-2018

Nú kanst tú taka súrepli, reyðrót og lime við tær allastaðni

Les meira

Ert tú fjeppari av vælumtókta jogurtinum við súrepla, reyðrót og lime smakki, so fært nú eisini møguleikan at njóta tað sum eina "tak við" vøru.

Smájogurtini hjá okkum eru 150 gr av leskiligum jogurti við lok og skeið, sum ger tað sera einfalt at hava við sær í gerandisdegnum.

Síðani vit settu litursjogurtið í framleiðslu við fríska og lekkra súra smakkinum kunnu vit bert staðfesta, at kundin hevur tikið ómetaliga væl í móti øðrvísi jogurtinum.

Vit vóna at smájogurtið verður eins væl móttikið, sum 1 liturs jogurtið. Súrepli,reyðrót og lime er møguligt at keypa í handlunum í komandi viku.

Lættijogurt nú eisini við grønmeti í

03-01-2018

Eitt nýtt slag av lættijogurti er komið á marknaðin, talan er um eitt grønmetis jogurt, ið inniheldur Súrepli, Ingifer og Gularót.

Les meira

Grønmetis jogurtið er eitt lættijogurt, ið inniheldur einans 65 kkal pr 100g. Eisini hevur jogurtið eitt høgt protein innihald heili 5,2 g pr 100 g, eingi tilgjørd søtingarevni eru í jogurtinum og einans 5% av tilsettum sukri og 0,1g fiti er í pr 100 g.

Hvíta

09-10-2017

Góðu viðskiftafólk okkara. Sum nakað nýtt hava vit broytt Hvíta 250g til at verða eina ”tak við” vøru.

Les meira

Orsøkin til at vit hava valt at broyta hesa vøru er, at fleiri av okkara brúkarum, hava víst á sítt ynski um eina máltíð við nógvum proteinum í. Fleiri hava víst á, at tey dáma væl Hvítan frá MBM og halda at hann nøktar tørvin hjá teimum, ið mun til eina proteinríka máltíð.
Vit hava tí avgjørt at royna Hvítan sum eina ”tak við” vøru við at koyra hann í eitt minni bikar og seta eina skeið á. Í mun til áður,  kemur hann eisini við einum nýggjum smakki, Hinber, Sólber og Bláber og so tann góði gamli reini, sum tit øll nokk kenna. Hvíti Hinber, Sólber og Bláber inniheldur 10 g protein pr. bikar og tann reini inniheldur 11 g pr. bikar.
Hetta gevur brúkaranum møguleika at eta Hvíta, sum eina millummáltíð líkamikið hvar hann er.

Fitt á marknaðin

06-06-2017

Fitt kemur á marknaðin týsdagin 06-06-2017.

Les meira

Filmur av fitt kann síggjast HER

 

  • Fitt er proteindrykkur ætlaður tær.
  • ið brúkar kroppin.
  • ið vil styrkja vøddarnar.
  • ið vil hava góðan, lívfrøðiligan kost.

 

Tá ið tú hevur rørt teg, brúkar kroppurin protein at gera nýggjan vevnað og at endurskapa vøddar við. Mjólkaprotein eru serliga dygdargóð, tí lívfrøðiliga virðið er so stórt. Tað merkir, at í mjólkaproteinum eru allar tær týdningarmiklu aminosýrurnar, sum kroppinum tørvar, og at mjólkaprotein sodnar væl, so at kroppurin fær gjørt gagn úr teimum.

Ordilig mjólk er best

31-03-2017

Soyamjólk og líknandi plantydrykkir mangla fleiri av góðu føðsluevnunum, sum vanliga mjólkin hevur.

Les meira

Soyamjólk, rísmjólk, havramjólk og mandlumjólk. Tú hevur kanska sæð fleiri av hesum drykkunum í matvøruhandlunum. Summi brúka teir ístaðin fyri vanliga mjólk, og ofta verður heitið mjólk brúkt um teir.

Men tað er vert at geva gætur, at hesir drykkirnir onki hava við mjólk at gera. Teir mangla fleiri av føðsluevnunum, sum er í vanligu neytamjólkini, m.a. kalsium (kálk) sum er avgerandi fyri at menna eina sunna og sterka beinagrind.

Eisini onnur týdningarmikil føðsluevni eru í neytamjólk, eitt nú B12, riboflavin (B2), fosfor, jod, kalium og protein.

Summir framleiðarar koyra kálk í plantudrykkin, áðrenn hann kemur í handlarnar, men kortini mangla tey mongu, góðu føðsluevnini, sum eru í vanligu mjólkini.

Soyadrykkur

Í soyadrykki er lítið av kalsium og vitaminum sammett við vanliga mjólk. Mongdin av proteini er nøkulunda tann sama, men góðskan á proteininum í mjólk er betur enn í soyadrykki.

Í soya eru isoflavonir sum eru evnir, ið minna um østrogen. Enn er óvist, hvat árin hesi evni kunnu hava á smá børn. Tí verður mælt frá, at børn yngri enn 2 ár drekka sojadrykk.

Rís- & havradrykkur

Tað er eitt sindur meira av kalsium í rís- og havradrykki enn í soyadrykki, men framvegis nógv minni enn í ordiligari mjólk. Drykkurin hevur nógva kolvætu og lítið av proteinum. Í rísdrykki eru smáar mongdir av eiturevninum, arsen, og tí skulu smá børn ikki hava ov nógv av rísdrykki og rískeks.

Mandludrykkur

Í mandludrykki er sera lítið kalsium og rættiliga nógv fiti. Talan er um ómettaða fiti, sum sambært almennu kosttilráðingunum er betri enn mettað fiti. Men taka vit tey løttu sløgini av vanligari mjólk og sammeta við mandlumjólk, so er innihaldið av mettaðari fiti nøkulunda tað sama.

Plantudrykkir úr soya, rísi, havru og mandlum hava ongar B12-vitaminir. Tað hevur vanliga neytamjólkin. Kanningar vísa, at serliga veganarar og vegetarar eru í vanda fyri at fáa B12-vitamintrot. Royndir vísa, at upp í móti 50% av vegetarum hava trot á B12-vitaminum. Einasta natúrliga kelda til B12-vitaminir er matur av djórum, eitt nú kjøt, egg og mjólkarúrdráttir.

Ein annar trupulleiki við summum plantudrykkum er, at har er nógv sukur koyrt í.

Kelda: www.maelken.dk

 

 

Vís fleiri tíðindi

Starvsfólkayvirlit

Mjólkavirkið

Bjarni Zachariassen

Bjarni Zachariassen

Pakkari
(+298) 309000
Bjarti Dalheim

Bjarti Dalheim

Framleiðsla
(+298) 309000
bjarti@mbm.fo
Bryndis Hjartardóttir

Bryndis Hjartardóttir

Sølufólk
(+298) 309000
bh@mbm.fo
Erling Weyhe

Erling Weyhe

Pakkari
(+298) 309000
Flemming Raben

Flemming Raben

Goymslufólk
(+298) 309000
fr@mbm.fo
Frank Andersen

Frank Andersen

Hjálparfólk
(+298) 309000
Heidi Lava Elgeirsdóttir

Heidi Lava Elgeirsdóttir

Sølufólk
(+298) 309000
hl@mbm.fo
Henningur Einar Juul

Henningur Einar Juul

Pakkari
(+298) 309000
hej@mbm.fo
Jákup Svarthamar

Jákup Svarthamar

Bilførari
(+298) 309000
jas@mbm.fo
Jan Erik Jensen

Jan Erik Jensen

Pakkari
(+298) 309000
jej@mbm.fo
Jóhan Hendrik Rubeksen

Jóhan Hendrik Rubeksen

Meiarist
(+298) 309000
Jórun Hansen

Jórun Hansen

Góðskuleiðari
(+298) 309000
lab@mbm.fo
Katrin Sørensen

Katrin Sørensen

Meiarist
(+298) 309000
ks@mbm.fo
Lis Drayton Hansen

Lis Drayton Hansen

Laborant
(+298) 309000
lab@mbm.fo
Poul Klementsen

Poul Klementsen

Bilførari
(+298) 309000
poul@mbm.fo
René Karbech Rasmussen

René Karbech Rasmussen

Goymslufólk
(+298) 309000
rkr@mbm.fo
Rógvi Weyhe

Rógvi Weyhe

Framleiðslu leiðari
(+298) 309000
rw@mbm.fo
Rúni Moody Simonsen

Rúni Moody Simonsen

Tekniskur leiðari
(+298) 309000
rs@mbm.fo
Suni Juul Petersen

Suni Juul Petersen

Meiarist
(+298) 309000
sjp@mbm.fo
Thomas á Kjalnesi

Thomas á Kjalnesi

Bilførari
(+298) 309000
Tony Weyhe

Tony Weyhe

Meiarist næmingur
(+298) 309000
tw@mbm.fo
Tórfinnur Dalsgarð

Tórfinnur Dalsgarð

Goymslufólk
(+298) 292072
td@mbm.fo
Valborg Laksáfoss

Valborg Laksáfoss

Sølu- og marknaðarleiðari
(+298) 309000
vl@mbm.fo

Búrøkt

Anna Maria H. Nolsøe

Anna Maria H. Nolsøe

Sølufólk Búrøkt
(+298) 309000
ahn@mbm.fo
Annie Hentze

Annie Hentze

Sølufólk Búrøkt
(+298) 309000
annie@mbm.fo
Dávid Bærendsen

Dávid Bærendsen

Búrøkt Leiðari
(+298) 309000
db@mbm.fo
Fróði Joensen

Fróði Joensen

Verkstaðsfólk
(+298) 309000
fj@mbm.fo
Hans Jákup Berg Hansen

Hans Jákup Berg Hansen

Tænastudeild
(+298) 309000
hjbh@mbm.fo
Heini Andresen

Heini Andresen

Sølufólk Búrøkt
(+298) 309000
heini@mbm.fo
Jens Ivan í Gerðinum

Jens Ivan í Gerðinum

Landbúnaðarráðgevi
(+298) 309000
jg@mbm.fo
Johannes Johannesen

Johannes Johannesen

Verkstaðsfólk
(+298) 309000
jj@mbm.fo
Júst Rubeksen

Júst Rubeksen

Starvsfólk
(+298) 309000
Kári Lindberg

Kári Lindberg

Sølufólk
(+298) 455161
kari@vipan.fo
Kim Petersen

Kim Petersen

Ráðgevi
(+298) 309000
kim@mbm.fo
Óli Jóhan Láberg

Óli Jóhan Láberg

Tænastudeild
(+298) 309000
ojl@mbm.fo
Peter M. Jakobsen

Peter M. Jakobsen

Tænastudeild leiðari
(+298) 309000
peter@mbm.fo
Rakul Hanusardóttir Hansen

Rakul Hanusardóttir Hansen

Sølufólk Búrøkt
(+298) 309000
RHH@mbm.fo
Theodor Petersen

Theodor Petersen

Starvsfólk
(+298) 309000
theodor@mbm.fo

Fyrisiting

Ann Andreasen

Ann Andreasen

Innkeypsleiðari
(+298) 309000
ann@mbm.fo
Betelhem T. Ludvig

Betelhem T. Ludvig

Kantinan
(+298) 309000
Bjørn Akselsen

Bjørn Akselsen

Skrivstovufólk
(+298) 309000
bjorn@mbm.fo
Hákun Steingrímsson

Hákun Steingrímsson

Stjóri
(+298) 309000
hakun@mbm.fo
Henning Clausen

Henning Clausen

Ráðgevi
Jona Haraldsen

Jona Haraldsen

Skrivstovufólk
(+298) 309000
jona@mbm.fo
Jonna Linda Christoffersen

Jonna Linda Christoffersen

Debitorrøkt
(+298) 309000
jc@mbm.fo
Jonna Thomsen

Jonna Thomsen

Debitorrøkt
(+298) 309000
jt@mbm.fo
Karl á H. Andreasen

Karl á H. Andreasen

Fíggjarstjóri
(+298) 309000
karl@mbm.fo
Uni Johannesen

Uni Johannesen

KT
(+298) 309000
uj@mbm.fo
Vivi Jacobsen

Vivi Jacobsen

Skrivstovufólk
(+298) 309000
vivi@mbm.fo

Nevnd

Janus Joensen

Janus Joensen

Nevndarnæstformaður
Niels J. Absalonsen

Niels J. Absalonsen

Nevnd
Poul Muller

Poul Muller

Nevnd
Sigert Patursson

Sigert Patursson

Nevnd
Thorvald Lutzen

Thorvald Lutzen

Nevndarformaður
Vís øll starvsfólk

Samband

MBM
Vegurin langi 31
188 Hoyvík
Tel. +298 309000
fax +298 309001

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG