Bólkar

Baking

Share:

10.11.2025

Lemon Posset

Ein dessert, sum er kremut, frísklig, súrlig og ótrúliga lekkur – og so løtt at gera, at tú næstan ikki trýr tí! Onki hóvasták og hon klárar alíkavæl at bergtaka gestirnar Til ber at gera hana við laktosufríum- ella vanligum róma

ArbeiÐsháttur:

Kóka róma og sukur upp, og lat smákókað í uml. 3-4 min.

Tak av hitanum, rør vaniljuna í og lat so sitrónsaft + sitrónskalið í aftrat og lat tað kólnað.

Stoyt í gløs/sitrónir og set á køl í minsta lagið 3 tímar.
Pynta við sitrónskivu, blómum ella frískari myntu

Tilfar

250 ml laktosufrían róma
1,2 dl sitrónsevju og
– 1 stk vistfrøðiligt sitrón skal
– 200 g sukur
1 tsk vaniljusukur