MBM

MBM er felagið hjá føroysku bóndunum og virkar fyrst og fremst innan mjólkaframleiðslu. Í Hoyvík finnur tú mjólkaframleiðsluna, sum er hjartað í fyritøkuni. Her savna vit inn mjólkina, sum verður framleidd um alt landið, og við henni virka og framleiða vit eina breiða veiftru av heilsugóðum og vælsmakkandi mat- og drekkivørum til marknaðin.

Hjá MBM starvast umleið 50 fólk í ávikavíst framleiðsluni, handlinum, verkstaðnum og í fyrisitingini.

MBM er býtt í tvær eindir. Meðan Raska virkar mjólkina og framleiðir yvir 60 ymiskar mjólkavørur, tryggjar Búrøkt, at føroysku bøndurnir fáa fatur á øllum tí, teimum tørvar. Afturat hesum hevur MBM eitt verkstað, har vit veita landbúnaðinum tænastur og eftlirlit við maskinum.

Mjólkavirkið varð sett á stovn í 1977 við tí endamáli at tryggja famtíðina hjá føroysku mjólkini og landbúnaðinum, og enn í dag er hetta okkara fremsta mál.