30 ára og 35 ára starvsdagar á MBM

Stórur dagur var á MBM 01.04.24, har tvey starvsfólk hjá MBM høvdu starvsdag.

Jákup Svarthamar hevði 35 ára starvsdag og Peter Jakobsen hevði 30 ára starvsdag.

 

Jákup Svarthamar hevur í ár 35 ára starvsdag.
Jákup er ein góður starvsfelagi, ið við sínum jaliga sjónarmiði á tilveruna, lætta lyndi og síni persónligheit kann fylla rúmið við láturi og góðum søgum.
Við 35 ára royndum er hann eisini ein góður stuðul hjá fyritøkuni og starvsfeløgum.
Hann er kendur fyri sítt skemtingarsama lyndið, við sínum jaliga sjónarmiði á tilveruna og lætta lyndið, ger Jákup til ein góðan starvsfelag, sum við sínari persónligheit kann fylla rúmið við láturi og góðum søgum.

Peter Jakobsen hevur í ár 30 ára starvsdag.
Hann er okkara maður á eykalutagoymsluni og hevur altíð fingurin á pulsinum.
Umframt at starvast á eykalutagoymsluni, hevur Peter verið virkin limur í okkara trivnaðarnevnd í mong ár, har hann saman við øðrum hevur skipað fyri tiltøkum, útferðum og uttanlandstúrum fyri starvsfólkunum.
Peter er ein maður, ið leggur orku í sítt arbeiði, altíð veit onkra góða søgu at fortelja og dámar væl at fella í prát við sínar starvsfelagar.
Hann er altíð tilreiðar at hjálpa, og við sínum dugnaskapi og arbeiðssemi hava starvsfelagar og kundar stórt álit á honum.

 

Vit ynskja Jákupi og Peturi blíðan byr og hjartaliga tillukku við stóru døgunum.