45 ára starvsdagur

Í dag hava vit eina serliga løtu at hátíðarhalda – 45 ára starvsdagin hjá Erling Weyhe her á MBM.
MBM sum fyritøka er errin at hava møguleika fyri at hátíðarhalda ein 45 ára starvsdag.
Umframt at hava 45 ára starvsdag, hevur hann eisini føðingardag í dag og fyllir 71 ár.
Erling er arbeiðssamur og ætlar sær at halda á fram í starvið á MBM, og tað eru vit sera glað og takksom fyri.

Erling er ein hornasteinur í okkara fyritøku. Við áliti, trúfesti og arbeiðssemi hevur hann í nærum hálva øld sett dám á arbeiðsplássið og er ein fyrimynd fyri okkum øll. Tað er ikki ein sjálvfylgja at vera við so leingi – tað sigur nógv um bæði hann og arbeiðsplássið.

Vit vilja takka Erlingi hjartaliga fyri øll árini – fyri títt stóra íkast, fyri góða samstarvið og fyri, at tú altíð ert fúsur at geva eina hjálpandi hond.

Hjartaliga til lukku við starvsdegnum!