Bólkar

Baking

Share:

22.04.2026

Bananbreyð

Tað er einfalt at gera, men smakkar sum nakað heilt serligt. Eitt bananbreyð, ið hóskar líka væl afturvið einum drekkamunni ella í matpakkan.

ArbeiÐsháttur:

Byrja við at mosa bananirnar væl í eini skál og rør eggið og tað bleyta smørið uppí.
Koyr alt tað turra tilfarið (mjøl, sukur, vaniljusukur og natron) uppí og rør væl.
Rør mjólkina í til seinast, til deiggi er væl rørt saman.

Koyr helvtina av deigginum í ein breyðform.
Stroy kanelsukur javnt omaná.
Koyr restina av deigginum omaná og enda við at stroya eitt tunt lag av kanelsukri á toppin.

Bakast á 170 hitastium (yvir- & undirhiti) í 45-50 minuttir.

Tilfar

  • 4 Bananir (Serliga góðar at brúka, tá tær hava brúnar plettir – tær eru søtari og bleytari)
  • 1 Egg
  • 75 g Smør, bleytt
  • 1 tsk Vaniljusukur
  • 190 g Mjøl
  • 120 g Sukur
  • 1 dl Mjólk
  • 1 tsk Natron
  • Haraftrat:
    Kanelsukur at stroya