Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Brownie við súrgaðari mjólk og jarðberjum

Henda lekkra og vakra kakan við jarðberjum og súrgað mjólk er ein uppløgd bindiklubba- ella føðingardagskaka. Hon er best at gera dagin fyri, so hon fær sett seg ordiliga.

ArbeiÐsháttur:

Botnur: Rør saman 80gr mjøl, 40gr kakaopulvur, ¼ tsk bakipulvur, 225gr sukur og 1 tsk vaniljusukur. – Koyr síðani 2 egg og 120gr bleytt smør í. Pískað, og stoyt at enda 50gr súrgađa mjólk í, og rør alt skjótt saman – pískađ ikki ov nógv. – Koyr deiggið í ein form uml. 20/22cm í tvørmáti, og bakað á 170°C (varmluft), mitt í ovninum í 20-25min – ella til ein pinnur, prikaður í miðjuna, kemur úr køkuni uttan deiggj á. – Tak botnin út og set at køla. Tá botnurin er næstan heilt kaldur, verđur farið at gera fylluna omaná.

Omaná: – Set 8 límbløð á blot í nokk av køldum vatni, í 15-20min. – Pískað 500gr av súrgaðari mjólk, 80gr sukur, skalið + saftina av einari sitrón (uml.70gr) og 1½tsk vaniljusukur væl saman. – Hitað síðani 100gr av hesari blandingini upp til kókipunktið, sløkk hitan og koyr bleytu límbløðini í blandingina. Rør inntil øll límbløðini eru upployst. – Pískað 1pk róma ímeðan hetta kølir eitt sindur. – Koyr tey 100gr viđ upploystu límbløðunum í aftur restina av teimum 400gr. Rør saman viđ eini pískirís, og koyr til endans allan pískaða róman í og rør til hetta er væl samanblandað. -Set ílatið í køliskápið í 5-10min. Tak køkuna úr forminum, bakipappírið av, og set botnin á eitt fat. – Set ein springform, ið kann tilpassast í stødd, rundan um køkubotnin. – Aftaná 5-10min verður rørt runt í ílætinum í køliskápinum. Blandingin má ikki vera ov flótandi tá hon verđur koyrd omanyvir botnin, tí so rennur alt út ímillum springformin, men hon má heldur ikki verða heilt tjúkk.

Best er um hon sær út áleið sum bleyt fromaga, sum ikki hevur sett seg heilt. Um blandingin er ov tunn eftir 5-10min, set so ílatið aftur í køliskápið í 5-10min í senn, inntil hon er passalig. – Koyr síðani alt omaná køkubotnin, og set køkuna á køl í minst 6 tímar. Allarbest er tó um hon sleppur at standa á køl náttina yvir, minst 12 tímar. – Pyntað køkuna viđ jarðberjum, bláberjum, ribsgele – heilt eftir ynski! Til ber eisini at gera hesa køkuna í eitt størri eldfast ílat, men ger tá tvífaldaða uppskrift, og legg ikki bakipappír í botnin.

Tilfar

Botnur:

  • 80 gr mjøl
  • 40 gr kakaopulvur
  • ¼ tsk bakipulvur
  • 225 gr sukur
  • 1 tsk vaniljusukur
  • 2 egg
  • 120 gr smør
  • 50 gr Súrgað mjólk

Omaná

  • 8 límbløð
  • 500 gr Súrgað mjólk
  • 1 Sitrón (Skalið og saft)
  • 1,5 tsk vaniljusukur
  • 1 pk róma