
07.07.2026
Chiagreytur við summarskál og mango sorbet
ArbeiÐsháttur:
Chiagreytur
Rør chiafræ, mjólk, summarskál og akaciehunang saman.
Lat standa í 10 minuttir og rør aftur.
Set í køl í minst 4 tímar ella náttina yvir.
Mango sorbet
Koyr frystu mangobitarnir, sitrónsevju og hunang í blendara.
Ger sorbetina javna og kremuta. Tilset møguliga meiri vætu í, um tørvur er á tí.
Samanseting:
Legg eitt lag av chiagreyti í botnin á glasinum.
Legg eina skeið av mango sorbet omaná.
Legg eitt lag av chiagreyti oman á.
Toppa við av mango sorbet.
Stroy knústar kammerjunkarar omaná beint áðrenn servering.
Tilfar
Chiagreytur
8 spsk chiafræ
3 dl mjólk
2 dl summarskál (Ber eisini til at brúka Súrgað)
2 spsk akaciehunang
Mango sorbet
400 – 500 g fryst mango
2 – 3 spsk sítrónu- ella limesevja
2 spsk akacie hunang
Pynt
8 – 12 kammerjunkarar, knústir