16.10.2021
Churros við ísi frá Røsku
ArbeiÐsháttur:
Hita vatn, sukur, vaniljusukur, salt og smør í einari grýtu, til tað kókar, og sukrið er upployst
Tak grýtuna av plátuni og stoyt mjøl í beinanvegin, meðan tú rørir við nógvari megi í grýtuni – rør, til deiggið er javnt, og eingin klumpur er í. Tú kanst brúka ein pískara. Rør síðan eggini í – eitt í senn – til deiggið er samlað
Hita palmin í einari grýtu
Fyll deiggið í ein sproytuposa við stjørnu-strúti. Sproyta so churros beinleiðis í grýtuna – klipp, so hvørt tú heldur longdina vera hóskandi. Lat churros-stengurnar kóka, til tær hava gyltan lit – minst til at venda teimum
Legg lidnu churros-stengurnar á køkspappír, sum sýgur feittið, og síðan í eina skál. Stroy kanelsukur á og borðreið við ísi, sum er gjørdur úr ísblandi frá Røsku
Tilfar
- 4 dl av vatni
- 40 g av sukri
- ½ tsk av salti
- 1 tsk av vaniljusukri
- 75 g av smøri
- 250 g av hveitimjøli
- 2 egg
- 1 pk av palmini at kóka í
- 1 pk av ísblandi frá Røsku at hava afturvið
- Kanelsukur at stroya omaná