Doner Kebab

Share:
17.03.2026
Doner Kebab
Leitar tú eftir einum døgurða, sum er lættur, skjótur og smakkar av góðum street food.
Ella tá vikuskiftið kemur, og tú bara hevur hug at gera okkurt lekkurt.
ArbeiÐsháttur:
- Blanda kjøt, jogurt, leyk, hvítleyk og øll kryddini væl saman.
- Legg kjøtdeiggið á eitt bakipappír og legg eitt bakipappír omaná.
- Við køksrullu, rulla deiggið út, ímillum tvey bakipappír.
- Rulla deiggið saman. Lat bakipappíri liggja ímillum.
- Bakað í 180°C í 40 minuttir.
- Tak kjøtið úr bakipappírinum og sker tað í strimlar.
- Koyr sitrónsevju omaná kjøtið.
- Vaska grønmeti væl og sker tað í bitar.Nú er klárt at borðreiða, vælgagnist.
Tilfar
400 g Hakkikjøt (neyt/lamb)
150 g Reint jogurt
1 stk Leykur (rivin)
3 stk Hvítleyksbátar (rivnir)
0,5-1,0 dl Sitrónsevja
4-6 stk Matpannukøkur (miðalstødd)
Grønmeti eftir egnum ynski
Kryddarí:
1 tsk Kili flakar
½ tsk Cayenne pipar
1 spsk Oregano
1 spsk Paprika
1,5 tsk Kumman
½ tsk Pipar
½ tsk Salt