Dressingur við frískum urtum
Share:
16.10.2021
Dressingur við frískum urtum
Brúka frískar urtir til ein luksus dressing at hava afturvið grønmetisstengur, kips ella sum síðurættur til ein høvuðsrætt. Vit brúka hvíta og súrróma frá Røsku .
ArbeiÐsháttur:
Tað hevur nógv at siga fyri smakkin, at nýta frískar urtir
Rør súrróman og hvítan væl saman
Kryddurtirnar verða væl skolaðar og síðani fínt hakkaðar
Agurkin verður skorin í tunnar skivar
Rív hvítleykin
Koyr urtir, hvítleykin og sitrón sevjuna í blandingina við súrróma og hvítanum
Smakka til við salt og pipari
Aftaná verða agurk skivurnar blandaðar upp í dressingin
Tilfar
- 200 ml Súrróma 18%
- 2 spsk Hvíta
- 1 agurk
- 0,5 dl oregano
- 0,5 dl basilikum
- 1 hvítleyksbátur
- 1 spsk sitrónsevja
- Salt og pipar