
28.10.2026
Dumplings í rómasós
ArbeiÐsháttur:
Steik dumplings
Hita eitt sindur av olju á einari stórari pannu. Legg dumplings á og steik tær, til tær fáa ein gyltan lit. Tak tær síðani av pannuni.
Koyr grønmetið í
Sker piparfruktina og leykin í tunnar strimlar. Koyr á pannuna saman við pressaðum hvítleyki og steik eina løtu.
Ger karrysósina
Koyr karry paste á pannuna og steik hana stutt saman við grønmetinum. Stoyt síðan róma, vatn og soja í og rør saman. Koyr hunang í og smakka til við salti og pipari.
Lat dumplings kóka lidnar í sósini
Legg dumplings niður í sósina og lat tær smákóka undir loki, til tær eru gjøgnumhitaðar og lidnar.
Spinat at enda við
Vend spinatið í beint áðrenn servering og lat tað fella saman í heitu sósini.
Hugskot:
Toppa við várleyki, sesamfræjum og einum sindri av lime.
Tilfar
- 400 g dumplings
- 1 reyða piparfrukt
- 3 góðar nevar av spinati
- 1–2 spsk reytt curry paste
- 2,5 dl róma
- 1 dl vatn
- 1 lítlan reyðleyk
- 1–2 fet av hvítleyki
- 1 spsk soja
- 1 tsk hunang
- Olju til steiking
- Salt og pipar
- Sesamfræ og várleyk til pynt
- Lime, um tær dámar eitt sindur av frískleika