Bólkar

Døgverði

Share:

16.02.2024

Eggjaterta við grønmeti

Eggjaterta er vælumtókt á flestu nátturaborðum, hon smakkar væl og er fjølbroytt. Tá hugsað verður um at minka matspillu, er ein eggjaterta vælegnað sum grundarlag til "tøma-køliskápið-dagin." Eggjaterta er ein klassikari til stórar samankomur, so sum konfirmatiónir, føðingardagar og aðrir hátíðarhildnir dagar.

ArbeiÐsháttur:

  • Baka tertubotnin í 10 min í einum stórum tertufati
  • Píska ímeðan eggini væl, lat mjólk í og píska aftur væl
  • Lat salt, pipar, paprika, herbes de provence og ketsjupp í eggjablandingina
  • Lat brokkoli blandinga liggja í heitum vatni eina løtu
  • Sker piparfruktina og leykin smátt

 

Sálda vatnið frá Brokkoli blandingini, legg á bakaða tertubotnin saman við leykinum, piparfruktini, høsnarunganum og – til seinast – eggjablandingina útyvir.

 

Bakast mitt í ovninum á 50 min á 180 hitastigum.

 

G.G: um ráur høsnarungi verður nýttur skal hann skerast smátt og steikjast væl, áðrenn hann fer í tertuna.

Til ber eisini at brúka longu tilgjørdan høsnarunga í bitum.

 

Vælgagnist

Tilfar

 8 Egg

1 dl Mjólk

1 Piparfrukt

1 tsk Herbes de provence

1 tsk Paprika

1 tsk Tomat ketsjupp

1 pk Høsnarungar í bitum

½ Leyk

2 koppar av Brokkoli blanding, frystari

Salt & Pipar