Fiskasúpan
Share:
16.10.2021
Fiskasúpan
Ein lekkur fiskasúpan er ikki fullgjørd, fyrrenn tú at enda oysur róman í og rørir varisliga í grýtuni. Her er okkara yndis fiskasúpan við rækjum, karri og eitt sindur av chilisós.
ArbeiÐsháttur:
Smeltið smørið í eini grýtu saman við karry og aromat
Skerið gularøtur, leyk og purrur og koyrið í grýtuna
Rørið hetta saman og lat steikja í uml. 5 min
Koyrið síðan vatnið og rest av tilfarinum í grýtuna
Latið suppuna kóka skakuliga í 10 min, so er klárt at eta
Havið dampaðan fisk og/ella rækjur í suppuna og flutes/hvítleyksflutes afturvið
Í staðin fyri róma ber eisini til at brúka matgerðaróma.
Tilfar
- 50 g smør
- 2 tsk av karry
- 1 tsk av aromat
- 4 gularøtur
- 2 leykir
- 2 purrur
- 1 l av vatni
- 1-2 grønmetisterningar
- 1 pk av pikant osti
- 1 pk av róma
- 150 ml av súrsøtari chilisós