Bólkar

Døgverði

Share:

13.01.2022

Fiskasúpan við grønmeti

Súpanin er ein snild grønmetismáltíð, um tað er trupult at fáa grønmeti í børnini. Blendað grønmeti er eisini sunt 🙂 Til ber at brúka alskyns grønmeti til súpanina.

ArbeiÐsháttur:

– Sker reyðleykin í smáar terningar og pressa hvítleykin.
– Smelta smørið og brúnka reyðleykin og hvítleyks bátarnar.
– Koyr 1 spsk. av sukri í.
– Lat leykin blíva bleytan.
-Stoyt beykon í grýtuna og brúnka tað.

Sker eplini í lítlar terningar og tað sama við gularótunum.

Koyr 1,5dl av vatni við bótarmolunum í grýtuna saman við eplunum, kafirbløðum og gularótunum.

Lat hetta smákóka í 10.min

Stoyt síðani hakkaðu tomatirnar í, og lat súpanina kóka víðari í 20-25.min tilsamans
ella til eplini og gularøturnar er kókað

 

Tá alt er kókað skal 1 bikar av súrróma 18% í, og síðani skal tað blendast væl við einum stavblendara.

 

Kóka fiskin í 2 min í saltvatni. Fiskurin skal ikki í súpanina fyrr enn tað verður borðreitt.

Borðreið soleiðis:

Legg fiskin í botnin. Síðani súpanina omanyvir og gjarna súrróma omaná.

Vælgagnist!

 

Tilfar

Tilfar:

2 spsk. Smør

1 spsk. Sukur

3-4 eplir

4 Gularøtur

4 Fiskafløk

3 Kafirbløð

1 pk Beykon í tern

6 hvítleyksfet

3 Reyðleykir

1 Grønmetis bótarmoli

1 Høsnarunga bótarmoli

1,5 ltr. Vatn

1 dós Hakkaðar tomatir

1 pk av Súrróma 18%

Smakka til við pipari og salti

*At koyra súrróma omaná súpanina riggar sera væl.