
Føroysk mjólk – eitt val við meining
Í Føroyum hevur mjólk altíð havt ein týðandi leiklut í húsarhaldinum. Hon verður brúkt at drekka, í matgerð, bakstri og afturvið fleiri føroyskum rættum, sum vit kenna og dáma best, eitt nú røstum kjøti og rivum.
Føroysk mjólk er ein ein sjálvsagdur partur – bæði í gerandisdegnum og til hátíðir.
Hjá MBM arbeiða vit dagliga við føroyskari mjólk. Ikki bara sum eina vørau, men sum eina ábyrgd.
Ein ábyrgd mótvegis familjum, børnum, føroyskum bøndrum – og ikki minst mótvegis teimum smáu løtunum í gerandisdegnum, har mjólkin er ein sjálvsagdur partur.
Føroysk mjólk hevur fylgt okkum í ættarlið. Hon er á morgunborðinum, í pannukøkudeigginum, í greytinum og í tí kaffisteðginum, har ein koppur við mjólk gevur frið.
Hon er ein partur av okkara vanum – og okkara tryggleika.
Tá vit arbeiða við føroyskari mjólk, vita vit, hvar hon kemur frá. Vit kenna bøndurnar og vita hvussu nógv arbeiði liggur handan hvønn einasta mjólkardropa.
Tað er ein nærleiki, ið tú kanst merkja og júst tað, gevur mjólkini eitt innihald, sum er meira enn ein vøra – hon hevur eisini uppruna og søgu.
Føroysk mjólk skal ikki ferðast langt. Hon fer frá fjósi til framleiðslu og víðari til húski eftir stuttari tíð. Tað merkir fyri kundan: frískleika, góðsku og lægri umhvørvisdálking.
Tað merkir, at tú kanst velja við hjartanum – og við skilinum.