
Fráfaringarløta fyri Ann Andreasen eftir 23 árum hjá MBM
Í morgun høvdu vit eina hugnaliga fráfaringarløtu fyri Ann Andreasen, sum eftir heili 23 ár fer fyri aldur.
Stjórin og fíggjarleiðarin hildu røður, har teir takkaðu fyri megnar avrikið, ið Ann hevur lagt í fyritøkuna.
Eitt, ið eyðkennir Ann, er hennara róliga og blíða lyndi. Hon hevur altíð verið fyrimyndarlig – við sínum innbjóðandi smíli hevur hon bjóðað nýggjum starvsfólkum vælkomnum og skapt trivnað á arbeiðsplássinum. Í mong ár hevur hon eisini verið okkara trygga hjálp, tá ið talan hevur verið um málføri og rættstaving, eitt økið hon dugir serstakliga væl.
Ann hevur gjørt skipanir, ið hava lætt um innflutning og tolling, og hon er kend fyri at vera hjálpsom, heit, glað, fyrikomandi, røsk, røkin og hjartagóð.
Tað verður ein stórur saknur í henni – bæði sum starvsfólk, starvsfelagi og ikki minst vinur.
Vit takka Ann hjartaliga fyri tíðina og ynskja henni alt tað besta framyvir.
