Bólkar

Døgverði

Share:

05.01.2026

Frísklig súreplasalat

Tann frískliga súreplasalatin, hóskar væl afturvið lambskjøti. Súreplir, bleytur leykur og ein dressingur við karry, sweet chili sauce og lime geva eitt frískligt mótspæl, til ein klassiskan sunnudagsdøgurða og tað saftiga lambskjøtið.

ArbeiÐsháttur:

Sker leykin í helvt (við skalið á).

Vend leykin niður eftir í fatinum, tá tú steikir lambskjøtið.

Tá kjøtið er liðugt og skal hvíla, tekur tú leykin úr skalinum og sker í bitar.

Flys súreplini og sker tey í passaligar bitar.

Dressingur:

Blanda súrróma, karry, sweet chilisauce og sevjuna frá hálvari lime saman í eina skál.

 

Rør súreplir og leykin saman við dressinginum.

Set kalt í køliskáp í minsta lagi 15 minuttir áðrenn tú borðreiðir.

 

Tilfar

3 súreplir

1 stórur leyk

1 bl súrrómi (9%)

1 lítil tesk karry

2 spsk av sweet chilisauce

Sevja frá ½ lime