Gnocchi súpan við høsnarunga

Share:
20.10.2026
Gnocchi súpan við høsnarunga
Gnocchi súpan við høsnarunga til 4-6 persónar.
Hendan kremuta gnocchi súpanin hóskar væl til tær løturnar, tá maturin skal vera bæði einfaldur og eyka góður.
ArbeiÐsháttur:
- Hita olivenolju á einari pannu og steik høsnarungabitarnar, til teir fáa ein gyltan lit.
- Koyr vatnið í ein stóran grýtu og lat tað koma í kók. Loys bótarmolarnar upp í vatninum.
- Legg steikta høsnarungan í grýtuna saman við leyki, gularótum og hvítleyki.
- Lat súpanina kóka í umleið 10 minuttir.
- Koyr gnocchi í grýtuna og lat tað kóka í 5 minuttir.
- Stoyt róman í og rør væl saman.
- Koyr tomatpesto í og smakka til við salti og pipari eftir smakki.
- Rør purleyk, kili, cherrytomatir og nakað av rivna ostinum í.
- Lat súpanina smákóka í umleið 15 minuttir, meðan tú rørt í av og á.
Borðreiðing
Borðreið við eyka rivnum Parmigiano Reggiano omaná og einum góðum breyði afturvið.
Tilfar
- 500 g gnocchi
- 450 g høsnarungaflísar
- 0,7 l vatn
- 1 grønmetis bótarmoli
- 1 Klar bótarmoli
- 250 ml rómi
- 1 stórur leykur, skorin í bitar
- 2 gularøtur, skornar í smáar terningar
- 10 cherrytomatir, skornar í helvt
- 1 kili, fínt skorin
- 3 hvítleyksbátar, rivnir ella pressaðir
- 1,5 tsk tomatpesto
- 1 nevi av purleyk, fínt skorin
- Rivin Parmigiano Reggiano ostur
- Olivenolja til steiking
- Salt og pipar