Bólkar

Døgverði

Share:

18.07.2022

Gularótasúpan

Gularótasúpanin er einføld at gera, er mettandi, vælsmakkandi og ikki minst er hon sera sunn. Súrrómin bindir súpanina saman og ger at smakkurin gerst bleytari og meiri rómakendur. Gularøtur og søteplir eru sunn fyri kropp og skinn. Umframt tað, so er gularótin ein góð kelda til, Kálk, Fosfor, Kalsium, Magnesium, Jarn, Zink, Jod og Selen og A og K vitaminir.

ArbeiÐsháttur:

  1. Hita ovnin á 220 hitastig/200 hitaluft
    Sker søtepli og gularøtur í bitar, koyr olivenolju á.
    Kryddrað við salti og pipari.
  2. Bakað grønmeti í ovninum í 25-30 min.
  3. 1 spsk olivenolju á eina pannu, steik fínt hakkaðan leyk á miðal-lágum hita, til hann er vorðin bleytur.
  4. Koyr 2 knústir hvítleykir á pannuna saman við leykinum og lat tað steikja saman í 3-5min.
  5. Loys supputerningarnar í 1.ltr av vatni.
    Síðani lat vatnið í saman við leykinum.
  6. Tá ið grønmeti er liðugt í ovninum, set tað á køl í eina løtu.
    Koyr grønmeti í grýtuna samani við restini av tilfarinum og lat tað kóka í 15min.Blenda alt saman við stavblendara.
    Rør síðani 200ml súrróma í og smakka til eftir tørvi.

    Lat súpanina smákókað í 30-60min.

  7. Borðreið í skálum og koyr súrróma oman á saman við svørtum pipari.

Tilfar

500 gr søtepli

300 gr gularøtur

3 spsk Oliven Olju

2 Leykir

2 Hvítleykir

1 l. Vatn

2 Grønmetis supputerningar

200 ml Súrróma + eyka til borðreiðing