Bólkar

Baking

Share:

17.01.2024

Gullkøka við hvítari sjokolátu- og passiónsfrukt mousse

Skalt tú gera eina kaku til eitt serligt høvi? So er hendan kakan júst tann rætta. Royn eina kaku sum er leskilig og hevur tvey sløg av mousse. Hon smakkar avbera væl, smakkirnar arbeiða væl saman og geva tær eina kaka, ið er søt men eisini súrlig. Kakan skal gerast 2 dagar áðrenn, tí hvørt lag av mousse skal frystast og kakan verður pynta sama dag sum hon skal etast.

ArbeiÐsháttur:

Brownie botnur:
Kakan verður bakað í einum rundformi á stødd 26 cm, í 150 hitastigum í 30 min.

Smelta smør, kakaopulvur og sukur varliga í eini grýtu.
Stoyt smeltaða sjokolátublandið í ein bolla, rør síðani vaniljusukur og mjøl í deiggið og rør síðan eitt egg í ísenn.
Stoyt deiggið í ein vælsmurdan rundform og baka á 150 stigum í vanligum hita í umleið 30 minuttir.

Passiónsmousse:
Píska eggjareyða og vaniljusukur til blandingin gerst ljós og løtt.
Í einari aðrari skál verður eggjahvítin og florsukrið pískað til tað minnir um tjúkt marengs.
Hita siroppin í einari grýtu, loys límbløðini út í siroppinum.
Píska róman stívan.

Blanda passiónsiroppin saman við eggjareyðablandingini og síðani varliga saman við rómanum.
Til seinast verður marengsið blandað upp í rómablandingina.

Stoyt blandingina oman á tann KALDA browniebotnin og síðani í frystiboksina/frystiskápið, lat hettar standa til dagin eftir.

 

Hvít sjokolátumousse:
Smelta varliga hvítu|sjokolátuna saman við bóndamjólk og smelta til seinast límbløðini saman við blandingini.
Lat hettar kólna, meðan tú pískar róman.
Tá blandingin er kólnað, vendir tú henni í pískaða róman.

Tak kakuna úr frost, stoyt blandingina omaná og síðani inn í kuldaskápið.

Sitrón Cremeux:
Legg límbløðini á blot í 10 min.

Smelta sjokolátuna í einum vatnbaði.

Rør eggjareyðar, sukur og vaniljupaste saman til tað er upployst.
Hita róman í einari grýtu, tó er tað umráðandi at hann ikki byrjar at kóka.

Heiti rómin verður varliga koyrdur í einar grýtu saman við eggjareyðanum. Píska væl og hita blandingina til 83 hitastig.
Til seinast límbløð í blandingina.
Lat smeltaðu sjokolátuna í blandingina og rør væl saman.

Rør síðan væl saman við stavblendara, til alt er vorðið bleytt.

Til ber at brúka kremið so skjótt tað er vorðið kalt og tjúkt, ella lat tað standa í køliskápinum yvir nátt.

Pynt:

Prýð køkuna við Sitrón Cremeux, mint bløðum og gull sjokolátu kúlum.
Til ber at gera moussebumbur at pynta við omaná.

Tilfar

Brownie botnur:
225 g sukur
4 spsk kakaopulvur
60 g mjøl
3 tsk vaniljusukur
150 g smør
3 egg

 

Passiónsmousse:
6 límbløð
0,5 – 1 dl passión sirop
50 g eggjahvíta
50 g eggjareyða
2 spsk florsukur
1 tsk vaniljusukur
5 dl haldføran róma
Legg límbløðini í kalt vatn í minst 10 min.

Hvít sjokolátumousse:
4,5 dl róma
400 g hvíta sjokolátu
6 límbløð
2 dl bóndamjólk

 

Sitrón Cremeux:
1,5 límblað
2 eggjareyðar
15 g sukur
200 g hvít sjokoláta
1,5 dl róma
0,5 tsk vanilju paste