Bólkar

Døgverði

Share:

17.11.2025

Høsnarungi Alfredo

Henda Høsnarunga Alfredo uppskriftin er júst tað, sum vit elska ein vanligan gerandisdag: lætt at gera og smakkar væl. Hetta er ein gerandisfavorittur, sum alt húskið fer at dáma – ein skjótur og barnavinaligur rættur í einari laktosufríar útgávu.

ArbeiÐsháttur:

2 stk høsnarungabringur

2 spsk olja

3 hvítleyksbátar

2,5 dl laktosufrí róma

1 dl rivin Parmesan (tað ber til at keypa laktosufrían)

1 dl pastavatni

Smakka til við salti og pipari

250–300 g pasta

Persilla

Tilfar

Kóka pasta eftir leiðbeining. Goym eitt sindur av pasta­vatninum.
Sker høsnarungan í bitar og steik hann á pannu við olju í pannu við olju.

Alfredo sós:

Steik hvítleykin á pannu við olju, á lágum til miðal hita, í 1 min.
Koyr laktosufría róman á pannuna saman við hvítleykinum og lat tað hitnað varliga.
Tá ið rómin er byrjaður at fáa hita, rør parmesan ost í, til hann smeltar og sósin gerst meiri kremut.
Um sósin er ov tjúk, koyr pastavatn í.

Blanda høsnakjøtið saman við sósini á pannuni og rør pasta niður í sósina.

Smakka til við salti og pipari og pynta við persillu.