Bólkar

Døgverði

Share:

14.06.2024

Høsnarungi Korma

ArbeiÐsháttur:

Korma kryddlaki:

500 gr Høsnarungi í bitum

1 spsk Garam Masala

0,5 tsk kili flakar

1 tsk Gurkumaja

4 hvítleyksbátar

15 g. Ingifer

1 Lime, sevja

1 dl Jogurt Reint

 

Korma sós:

1 spsk olja

2 reyðleykir (Fínt hakkaðir)

75 gr Tomatpuré

Salt

Svart pipar

65 gr mandlir (knústar)

Raita dressingur:

2 dl Jogurt Reint

1 Agurk

1 hvítleyksbátur

0,5 tsk spidskumman

1 stk Limesevja

Tilfar

Ger kjøtið klárt kvøldi áðrenn, tað skal brúkast.
Lat kjøtið liggja í kryddlaka náttina yvir. (Í kuldaskápinum)

Smeltað kokusoljuna og steik reyðleykin á pannuni, til hann gerst bleytur.
Koyr høsnarungabitarnar í grýtuna og rør runt til kjøtið er gjøgnumstokt.
Síðani verða tomatpuré, grovthakkaðar mandlir og kokusmjólkin latin í og alt verður rørt væl saman.
Lat rættin smákókað í 30min undir lok.
Smakkað til við salti og pipari.

Raita dressingur:
Sker agurkina í stórar bitar og koyr salt á.
Lat tað fáa friðí 15 min. síðani sáldur tú vætuna frá agurkini.

Í meðan skalt tú ríva 1 hvítleyksbát og rør hann saman við jogurtinum og koyr so spidskumman og lime sevju í.
Rør alt væl saman við agurk bitunum.

 

Borðreið høsnarungan við rísi.