Bólkar

Døgverði

Share:

16.10.2021

Hvítleyksrækjur í persilluróma

Ein lekkur og lættur forrættur við rækjum í hvítleyki og heimagjørdari persillusós gjørd við róma frá Røsku.

ArbeiÐsháttur:

Tendra pannuna og lat umleið 100 gr av smøri á palluna og lat tað brána við ikki ov høgum hita.

Tak eitt petti av hvítleyki og sker tað í smá petti sum tú so letur út á pannuna. Lat ikki brúnkast.

Lat samstundis rækjurnar út á pannuna og vend smørið, rækjurnar og hvítleykin saman meðan tað steikir lættliga. Lat ikki rækjurnar blíva ov heitar, tí so blíva tær seigar.

Lat síðan umleið 4 skeiðir av róma út yvir og vend rækjunum í rómanum. Blanda eina teaskeið av persillu í og vend øllum aftur og smakka til við salti eftir vild. Pynta við persillur og einari avskornari tomat.

Kann serverast á ella saman við snerktum breyði.

Tilfar

  • 300 gr av stórum rækjum
  • Ein petti av hvítleyki
  • Persillu
  • Eina lítla tomat
  • Smør
  • Rómi