Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Hvítukaka

Ein sonn Raska-kaka á tremum við lekkrum vørum frá Røsku. Her fært tú eina uppskrift uppá okkara lekkru hvítukaku við súrróma, róma og ja - sjálvandi hvítu.

ArbeiÐsháttur:

Leggið husblassið í kalt vatn í 5 minuttir

Rørið hvítuna, súrróman, sukrið og sitrónskalið saman.

Takið husblassið úr vatninum, smeltið tað í vatnbað. Kølið husblassið við sitrónsevjuni og stoytið tað í hvítublandið, meðan rørt verður. Pískið róman og vendið hann varliga í hvítublandið.

Leggið ein lagkøkubotn í ein springform og stoytið hvítublandið í, leggið síðan ein lagkøkubotn omaná.

Setið køkuna kalt og sáldið florsukrið omanyvir, áðrenn borðreitt verður.

Tilfar

  • 4 bløð av husblassi
  • 300 g av hvítu (2 bikør)
  • 200 g av súrróma 18% (1 bikar)
  • 120 g av sukri
  • 2 tsk. av rivnum sitrónskali
  • 2 spsk. av sitrónsevju
  • 2½ dl av róma
  • Tveir lagkøkubotnar
  • Pynt: florsukur