Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Jarðberjadesert

Hendan lekkra jarðberjadessertin við makrónum og súrgaðari mjólk frá Røsku er løtt at skjót at smekka saman - ger hana nakrar tímar áðrenn, tú fært gestir, so nær hon at seta seg.

ArbeiÐsháttur:

Brót makrónurnar og koyr tær í eina glasskál. Koyr greytin oman yvir makrónurnar

Legg husblassini í kalt vatn í 5 min

Píska jogurtið og súrgaðu mjólkina saman við vaniljusukrinum

Tak husblassini úr vatninum og smelta yvir vatnbað

Rør 2 ssk av jogurtinum í smeltaða husblassið og píska tað í restina av jogurtblandingina

Sker bananirnar í tunnar flísar og koyr tær oman yvir greytin

Koyr at enda jogurtblandingina oman yvir bananirnar

Set skálina kalt, til hon skal borðreiðast.

Tilfar

  • 15 makrónur
  • ½ ltr. av jarðberja- ella rabarbugreyti
  • 4 bløð av husblassi
  • 3 dl av Jarðberjajogurt
  • 2 dl av súrgaðari mjólk
  • 2 tsk av vaniljusukri
  • 3 bananir