Jogurtísur við berum

Share:
24.03.2026
Jogurtísur við berum
Heimagjørdur jogurtísur er bæði einfaldur at gera og ótrúliga frískligur.
ArbeiÐsháttur:
Gev frystu berunum eitt uppkók í 3-5 minuttir.
Lat tey síðani kólna og síla tey.
Lat jogurt og berini í ein blendara og blenda, til alt er blendað væl saman.
Eftir hettar fer florsukri og mjólkin í blendaran.
Tá ið alt er blendað væl saman, verður hunangurin koyrdur í og blendaður saman við restini.
Ísurin skal í eitt ílat, sum er egnað til, at fara í frystara, í minsta lagið 4 tímar.
Tilfar
Jarðberjaísur:
- 2,5 dl jogurt (jarðberja ella vanilju)
- 1 spsk mjólk
- 1,5 tsk florsukur
- 135 gr fryst jarðber
- 135 gr fryst hindber
- 2 spsk akasiu hunangur