Jólabakstur

Uppskriftin Kirstinsa mandlugreyt:

Fært tú mandluna í ár, ella smuttar onkur annar av stað við henni?
Her er uppskrift frá bakikonuni Kirstini Hammer upp á mandlugreyt til fimm fólk.

Tilfar til greytin:
1,25 dl av vatni
1,25 dl av róma til písking
1 vaniljustong
1 litur av bóndamjólk
225 gr av greytrísi

Tilfar til mandlugreyt:
6 dl av róma til písking
140 g av sukri
2 tsk av vaniljusukri
100 g av fluustum og hakkaðum mandlum

1.
Fyrst gera vit sjálvan greytin:
Set vatn útá, koyr rísið í og lat kóka í 2min. Koyr róman, vaniljustong og korn í og lat kóka aðrar 2 min.
Skrúva niður, koyr helvitina av mjólkini í og lat kóka, til tjúknar.
Koyr restina av mjólkini í og lat kóka spakuliga í 30 min, ella til greyturin er vorðin mjúkur. Rør javnan í undir allari tilgongdini.

Legg film útyvir og set kalt.

2.
So gera vit greytin til mandlugreyt:
Koyr mandlur, sukur og vaniljusukur í kalda greytin. Rør tað varisliga sundur við pískirísi.
Píska róman stívan og rør fjórðingin upp í greytin. Vend varisliga restina í við sleikjara, til greyturin er javnur.

So er klárt, men gloym ikki mandluna 🙂