Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Jólalig dessertkøka

Hetta er bretski klassikarin Banoffee pie í eini jólaligari útgávu við ingifer og kaneli í botninum. Uppskriftin er gjørd í samstarvi við Kvinnu.

ArbeiÐsháttur:

Botnur:
Morla keksirnar heilt smátt og smelta smørið. Blanda keksamorlið og smeltaða smørið við florsukri, kaneli og ingiferi

Stoyt keksablandið í ein rundan form (20 cm) og breið keksamorlið út um botninin og upp eftir síðunum

Set keksabotnin í køliskápið í minsta lagi í tveir tímar

Karamell:
Rør karamelliseraða kondenseraða mjólk saman við saltinum

Fylla:
Sker bananirnar í flísar

Tak botnin úr køliskápinum

Fyll botnin við karamelli og síðani bananflísum

Píska róman og stoyt oman á bananirnar. Pynta við fínum sjokulátuspønum

Set kalt í minsta lagi ein tíma áðrenn borðreiðing.

Tilfar

Botnur

  • 240 g av Digestive keksum
  • 120 g av smeltaðum smøri
  • 1 ssk av florsukri
  • 2 tsk av kaneli
  • 1 1/4 tsk av ingiferpulvuri

Karamell

  • 1 dós av karamelliseraðari kondenseraðari mjólk (fæst í flestu stórumatvøruhandlum)
  • 1 lítla tsk av flakasalti

Fylla

  • 2 bananir
  • 2,5 dl av róma
  • Sjokuláta
  • Gullstøv