Bólkar

Omaná

Share:

05.01.2026

Jólaligur íblástur til luksus kakao

Luksus kakao - ein lekkur drykkur, ið altíð smakkar av meiri. Herfyri gjørdu vit eina stuttliga innanhýsis kapping, har vit gjørdu okkara egna "twist" á Luksus Kakao. Úrslitið gjørdist tríggjar spennandi uppskriftir: - Ein valdi at geva rómanum eitt óvæntað *pift* við lakress og saltflakum - ein óvæntaður, men lekkur smakkur. - Ein annar setti vaniljuna í miðdepilin og gjørdi nógv burtur úr við lekkrum og jólaligum toppings. - Tann triði hugsaði um jólini og skapti kakao við kryddaðum og jólaligum smakkum. Vónandi geva hesar uppskriftir tykkum íblástur, næstuferð tit hita kakao í grýtuni. Men vit skulu viðganga - okkum dámar allarbest ta klassiku og reinu útgávuna av Luksus Kakao.

ArbeiÐsháttur:

Luksus kakao við lakress róma:
Hita kakao í einari grýtu.

Her er tað rómin, ið verður piftaður upp.
Píska 1 pk av róma saman við 0,5 tsk  av lakress pulvuri.

Koyr kakao í eittt glas, lakress róman omaná og enda við flakasalti omaná.

Luksus kakao við vanilju:
Hita kakao varisliga í einari grýtu.
Skava vaniljukornini úr stongini – blanda kornini við sukrinum.
Rør vaniljukrem og vaniljustongina við kornum í kakaoið.
Lat smákóka í 10 – 15 min, so smakkirnir fáa at blanda seg saman.

Borðreið við: Róma, vaniljukransi og jólaskúmmonnum – ger løtuna fullkomna.

 

Luksus kakao við kaneli og appilsin:
Hita kakao í einari grýtu.
Sker skalið av appilsinini, men sker so lítið av tí hvíta við skalið sum gjørligt – Lat kanelstongina og appilsinskalið smákóka í 10 – 15 min.

Borðreið við: Róma
Pynta við kanelstong og appilsinskal.

Tilfar

Luksus kakao við lakress róma:

1.ltr av Luksus kakao
0,5 tsk av góðum lakress pulvuri
250 ml av róma til písking
Flakasalt

Luksus kakao við vanilju

1.ltr av Luksus kakao
125ml av vaniljukrem
1 stk vaniljustong
0,5 tsk av sukri
1 pk av Róma til písking

Luksus kakao við kaneli og appilsin

1.ltr av Luksus kakao
1 kanel stong
Skal av 1/2 vistfrøðiligari appilsin
1 pk av róma til písking