Bólkar

Døgverði

Share:

19.10.2022

Kjøtfrikadellur við heimagjørdum salsa

Royn eina lekkra meksikanska uppskrift til vikuskiftið. Vit hava gjørt eina uppskrift av frikadellum og salsa við massar av hita í.

ArbeiÐsháttur:

Kjøtfrikadellur

 

  • Sker skorpuna av franskbreyð flísunum og legg tær á blot í mjólk
  • Sker reyðleyk, kili og hvítleyk heilt smátt, ella lat í eina hvirlu
  • Lat kjøtfars í eina hvirlu, saman við restini av tilfarinum (kryddaríir, egg og Hvíta rein) og blenda væl
  • Lat síðan franskbreyðið í og blenda aftur

 

Ger smáar kjøtfrikadellur, brúnka tær á pannuni og steik liðugt í ovnininum.

 

Søt sós:

 

  • Brúnka sukrið, saman við smøri, á lágum hita og halt eyga við pannuni
  • Smelta sukrið varðisliga og rør tað saman við smørinum
  • Lat blandið yvir frikadellurnar, ið eru í ovninum

 

Salsa/Pico de gallo:

 

Sker tomatirnar í helvt, reyðleykin smátt, lat tað standa í eldføstum ílati í ovninum í 10min, á 2000

Legg síðan blandið í eina skál, saman við jalapeno, fíntu skornum koriander, oregano og várleyki

Rør vætuna frá 1 lime frukt í

 

Borðreið við rísi

Tilfar

Kjøtfrikadellur:

3 skivur av fransbreyði

400g malið oksakjøt

0,25 dl bóndamjólk

1 spsk Hvíta rein

1 reyðleykur

1 egg

2 tsk tomatpuré

2 tsk persilla

1 tsk paprika

1 hvítleyksbátur

1 spsk koriander

1 fínt skorin kili

Salt og pipar

 

Søt sós:

120g sukur

25g smør

 

Salsa/Pico de Gallo:

1 pk av cherry tomatum

0,5 stk reyðleyk

0,5 jalapeno

1 lime

0,5 dl koriander

2 várleykir

1 tsk oregano