16.10.2021
Kjøtfrikadellur við tomatsós
ArbeiÐsháttur:
Áðrenn fransbreyðið verður lagt í eina skál, verður skorpan skorin av
Legg fransbreyð í eitt mjólkabað
Tá ið, breyðið er gjøgnum bloytt, verður tað mosa saman við einum gaffli
Byrjað við at elta kjøtið saman við kryddaríunum
Síðani verður bloytta breyðið, egg og súrrómin elt upp í deiggið
Lat deiggið hvíla í 20 minuttir
Meðan kjøtdeiggið hvílur, so ger grønmeti til tomatsósina klárt
Sker cherry tomatir í helvt
Reyðleykin í fýra petti
Kroyst hvítleykin
Koyr olivinólju og salt omaná og blanda tað saman
Koyr alt í eitt eldfast fat ella bakiplátu
Inn í ovnin á 170-180 hitastig (Luft)
Lat hettar vera inni í ovninum meðan frikadellurnar verða stoktar
Forma frikadellurnar til stórar kúlur
Steik á pannuni við smør
Tá ið báðar síður hava fingið góðan brúnan lit, verða frikadellurnar koyrdar í eitt fat og inn í ovnin
Tá ið frikadellurnar eru lidnar, verður eldfasta fatið við grønmeti tikið úr ovninum
Brúka somu pannu ið tú stokti frikadellurnar á til at gera tomatsósina
Koyr grønmeti á pannuna við meðal lágum hita
Koyr salt, pipar, BBQ sós, balsamico, edikk, sukur og høsnarungabullion á pannuna saman.
Lat hettar smákóka í 10 minuttir
Tá ið sósin hevur smákóka, verður hon blendað saman við einum stavblendara og skal smákókað í 10minuttir afturat
Koyr sósina oman á kjøtfrikadellurnar í eldfast fatinum og lat rættin vera í ovninum í einar 15minuttir við 150 hitastigum
Borðreið við spagetti og langbreyði
Tilfar
Kjøtfrikadellur:
- 1kg. malið oksakjøt
- 1 egg
- 1 spsk Súrróma 18%
- 2 tsk karry
- 2 tsk salt
- 2 tsk pipar
- 1 tsk spísskumman
- Frískt fínt skorið basilikum
- 1 stk fínt skorin reyðleykur
- 2 tsk roykt paprika
- 2 tsk hvítleykspulvur
- Smør at steikja við
Mjólkabað:
- 4-5 fransbreyð flísar
- 1,5 dl Bóndamjólk
Tomatsós:
- 20 cherry tomatir
- 2 reyðleykir
- 5 hvítleyks bátar
- Olivinólja
- Salt
- 1,5 dl høsnarungabullion
- Salt
- Pipar
- 1 spsk BBQ sós
- 1 tsk balsamico
- 1 spsk sukur
- 1 spsk súreplasideredikk