Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Konfekt við appilsinfyllu

Sjokuláta og appilsin er eitt perfekt matsj. Her blanda vit tey bæði í vøkrum konfektum. Konfekt er stuttligt og skjótt at gera - kanska saman við onkrum, tú ert góð við - og so pyntar tað væl á køkuborðinum.

ArbeiÐsháttur:

Smelta 2/3 av myrku sjokulátuni í vatnbaði

Tak av hitanum. Sker restina av sjokulátuni smátt og rør í

Pensla smáar formar við sjokulátuni og lat harðna

Stoyt róman í grýtu og lat koma upp á kók. Tak av hitanum

Sker sjokulátuna smátt, smørið í smáar bitar og koyr í heita róman

Rør í, til sjokulátan og smørið eru smeltað

Rív skalið á appilsinini fínt og koyr í. Lat kólna eitt sindur

Fyll trøffilkremið í ein plastikposa. Klipp eitt lítið hol í hornið og sproyta í sjokulátaformarnar

Set kalt, til konfektin verður sett á borðið

Tilfar

  • 100 g av myrkari sjokulátu1 dl av róma
  • 100 g av myrkari sjokulátu
  • 25 g av smøri
  • Rivið skal av ½-1 appilsin