Marmorkøka
Share:
15.04.2024
Marmorkøka
Marmorkøkan er ein kaka, ið flest okkara kunnu minnast aftur á til tíðina sum barn, at man fekk nýbakaða marmorkøku frá mammu ella ommu, og skolað niður við einum køldum glasi av mjólk.
Marmorkøkan er tíðarleys og smakkar væl.
ArbeiÐsháttur:
Píska smør, sukur og vaniljusukur saman, til tað gerst bleytt og luftigt.
Eftirfylgjandi píska eggini í blandingina, eitt egg í senn.
Koyr súrróman í blandingina og blanda tað væl saman. Síðani sálda mjøl, bakipulvur.
Tá ið, alt er blanda væl saman, lat síðani rivið appilsin skal í.
Tak 1/3 av deigginum frá og koyr kakaopulvur í og rør væl saman.
Koyr deiggið í ein vælsmurdan breyðform og deil deiggið í formin og koyr ein gaffil ígjøgnum deiggið varliga, so tað hvíta og brúna ikki verður for væl blanda saman.
Bakast á 170 hitastig í 40min, heita luft.
Hald eyga við kakuni frá 30min markinum.
Tilfar
- 200 gr av bleytum Smøri
- 3 egg
- 1 skal av rivnari vistfrøðiligari appilsin
- 1 spsk av Súrróma 18%
- 2 tsk av vaniljusukri
- 2 tsk bakipulvur
- 175 g hveitimjøl
- 210 g sukur
- 2 spsk kakaopulvur