Mjólk – Ein serstakur føðslupakki

Týdningmesta orsøkin at viðmæla mjólk í tínum gerandis kosti, er alt tað góða sum tú fært við so sum, kalsium, proteinir, vitaminir og mineralir. Alt hetta saman ger mjólkina til ein heilt serstakan og umráðandi føðslupakka í tínum kosti.

Nógv annað gott umframt Kalsium og Proteinir

Í mjólk eru nógvar umráðandi vitaminir og mineralir. Mjólk er í grundini tann matvøran, sum inniheldur flest ymisk føðsluevni í einari og somu vøru.
Niðanfyri greiða vit nærri frá fleiri av vitaminunum og mineralunum, sum tú fært úr mjólkini.

Kalsium

Kalsium er eitt neyðugt frumevni fyri at halda eina sunna beinagrind og góðar tenn. Beinvevnaður er livandi vevnaður, sum áhaldandi verður niðurbrotin og bygdur upp. Tað er tí umráðandi at tú støðugt fær nokk av kalsium. Ikki bert sum barn, men alt lívið.
Kalsium gagnar eisini kroppinum í allar mátar. Tí manglar tú kalsium, ert tú í vanda fyri troyttleika í vøddunum og í ringasta føri viðføra, at beinagrindin hjá tær kemur í heilsuvanda.

Vitamin B12

Vitamin B12 er ein lívsneyðug vitamin, ið einamest er í matvørum av djórum. Vitaminin er við til at gera eina normala skipan av teimum reyðu blóðkornunum. Tey reyðu blóðkornini hava hæmoglobin í sær, sum flytir súrevni úr lungunum og út kropsvevnaðin og kyknirnar. Tað er í hesum sambandi, at B12 er við til at minka um troyttleiki og máttloysi. Hafturat er vitaminin við til at geva nervalagnum og tínum mótstøðuføri eina vanliga funktión. Tað er sjáldsamt at hava trot á B12, men tað kann koma fyri hjá vegetarum og veganarum, tí at vitaminin er so sera sjáldsom í plantuføði.

Riboflavin (Vitamin B2)

Riboflavin ger at normalu reyðu blóðkornini verða hildin við líka. Sum nevnt omanfyri, innihalda reyðu blóðkornini hæmoglobin, sum innihalda jarn og flyta súrevni úr lungunum og út í kropsvevnaðin og kyknirnar. Riboflavin hjálpir kroppinum at gera eina normala umferð av jarni, og minkar eins og B12 um troyttleika og máttloysi.

Fosfor

Saman við kalsium, er Fosfor ein partur av at halda beinagrindina og tenninar við líka. Harumframt hjálpir Fosfor kyknuhinnuni at virka, og er ein týdningarmikil viðspælari at uppbyggja tilfarsliðirnar sum gera okkara ílegu (DNA og RNA). Tað kann hava stórar fylgir við sær at vanta fosfor. Um talan er um eitt langt tíðarskeið, er vandi fyri tínari vødda- og beinagrindsheilsu.

Kalium

Kalium hjálpir nervalagnum at rigga sum tað skal. Tað er av týdningi, tá tað nú er nervalagið sum tryggar sambandið millum kyknurnar í likanum, gøgn, vevna, skrásetur, hevur eftirlit og samskipar mannagongdir, mótekur og viðger kunning frá kringumstøðum og lesur reaktiónirnar av.
Umframt hetta er Kalium ein viðspælari fyri einari vanligari vøddafunktión. Og til allar seinast eisini ein týdningarmikil brikkur fyri at varðveita eitt gott blóðtrýst.

Jod

Jod hjálpir einari góðari framleiðslu av skjaldkertilshormonum og einari vanligari funktión av skjaldkertlinum. Skjaldkertilin framleiðis tey hormon, ið halda skil á stoffskiftinum í kroppinum. Vantar tær jod, so kann tað hava við sær, at tú hevur eitt lægri orkustoffskifti. Fyri at tryggja, at fólk fáa nóg mikið av Jod, er Jod latið í húsarhaldssalt.

Ávirkarkin

Í felag eru øll omanfyrinevndu mikroføðsluevnini við til at tryggja eitt vanligt orkustoffskifti, sum er týdningarmikið fyri krospheilsuna. Tað er vaksandi viðurkenning fyri, at tær góðu ávirkanirnar av mjólk og mjókaúrdráttum, snúgva seg um meira enn hvat tey einskultu føðsluevnini innihalda.

Tað er heldur tann serstaka samansetingin av føðsluevnum og hvussu sínamillum ávirkanin er í einari mjólkaeinheit, sum ger at mjólk og mjólkaúrdráttir er ein heilt serstøk matvøra, sum hevur ein sera týdningarmiklan lut í tínum kosti.

Føðsluevni Innihald í ¼ litri av Lættimjólk
Protein (g) 8,75
Kulhydrat (g) 11,75
Fedt (g) 1,25
Calcium (mg) 310
Riboflavin B2 (mg) 0,4275
Vitamin B12 (µg) 1,205
Fosfor (mg) 242
Kalium (mg) 392,5
Jod (µg) 58,25

 

https://maelken.dk/sundhed/maelkens-naeringsstoffer/maelk-en-unik-pakke-af-naeringsstoffer/?fbclid=IwAR0qVKAtSdD9M0kpcuREGrzlmih_AMtrpKirOI2ESlew1Jnw4dgLGlqrOrw#