Bólkar

Baking

Share:

24.02.2026

Ostakøka við hindberja- & passiónsfrukt ostakremi

Vit elska eina góða ostakøku – og hendan er ein av teimum.

ArbeiÐsháttur:

Keksabotnur:
Blenda keksirnar og rør keksamorlið saman við smeltaða smørinum. Trýst keksamorlið í ein form (20 ella 22 cm tvørmál). Set botnin at kólna, meðan tú gert ostakremið.

Ostakrem:
Legg límbløðini í kalt vatn í 10 min.
Frystu hindberini og passiónsfrukt siroppurin skulu koyrast í eina grýtu og kóka spakuliga í uml 15 min. Rørast av og á.

So skal tað sílast, so bara saftin er eftir – Steinarnir frá hindberunum skulu vekk.
Royn at fáa so nógv sum gjørligt av saftini við.

Píska rómaost, sukur og vaniljusukur væl saman.
Píska róman stívan og blanda hann varisliga saman við restini.

Koyr límbløðini í saman við heitu hindberunum og rør runt til alt er upployst, lat síðani hettar kólna meiri.

Rør hindberini saman við ostablandingini og so rør alt væl saman, og legg omaná keksabotnin.

Set kalt í minsta lagi fimm tímar – helst alla náttina.
Pynta við saltkaramell og tí tú hevur hug til.

Tilfar

Keksabotnur:
– 200 g Biscoff keks
– 120 g Smør

Ostakrem:
3,5 stk Límbløð (Husblas)
200 g Rómaost naturel
250 ml Rómi
125 g Fryst hindber
50 g Florsukur
1 tsk Vaniljusukur
2 spsk Passiónsfrukt siroppur