Bólkar

Baking

Share:

07.07.2026

Pannukøkur

Einki er sum nýbakaðar pannukøkur og eitt gott prát rundan um borðið.

ArbeiÐsháttur:

Píska eggini væl saman, síðani blanda tað turra tilfarið saman og stoyt mjólkina í so líðandi, meðan tú pískar til
deiggið er alt blanda væl saman og er uttan klumpar.
Smeltað smørið og rør tað síðani í deiggið.

 

Hita pannuna væl upp, og smyr hana við einum lítlum petti av smøri. Baka pannukøkurnar gyltar á báðum síðum. Smyr pannuna við meira smøri eftir tørvi millum pannukøkurnar.
Stroy sukur millum pannukøkurnar, so hvørt tær eru bakaðar og lagdar omaná hvørja aðra.

Vælgagnist !

Tilfar

4 Egg

7 dl   Mjólk

350 g Mjøl

1 tsk Kardamumma

2 tsk Vaniljusukur

80 g Smeltað smør

Sukur