Bólkar

Døgverði

Share:

17.02.2026

Pasta við høsnarunga í grønmetissós

Tá tú hevur hug at gera eitt sindur eyka burturúr døgurðanum. Hesin rætturin hevur eina rúgvu av grønmeti, ið er fjalt í einari lekkrari grønmetissós.

ArbeiÐsháttur:

 

Baka grønmetið
  • Set ovnin á 180°.
  • Legg í eitt ílat: Hvítleyksbátar, leyk, piparfrukt skorna í helvt, kili uttan fræ og courgette skorin í longdir.
    Rør saman 2 tsk av olivenolju, salt, pipar, oregano og timian.
    Smyr alt grønmeti væl inn við oljublandingini
  • Breið á bakiplátu og baka í 15–20 minuttir, til grønmetið er bleytt og hevur fingið lit.

 

Steik høsnarungan

  • Krydda høsnarungabringurnar við salti og pipari.
  • Hita olivenolju á pannu og steik bringurnar, á ikki ov høgum hita, til tær eru brúnar og gjøgnumstoktar.
  • Legg tilsíðis at hvíla.

Grønmetissósin

  • Í somu pannu: Rør høsnarungabótina, tomat paste og hakkaðar tomatir saman og lat tað simra eina løtu.
  • Koyr liðugt stokta grønmeti á pannuna og lat kókað á lágum hita í 5 min.
  • Blenda alt væl saman, antin við stavblendara ella í einum blendara.
    Tú blendar so leingi vilt, til tú fært tann konsistensin tú ynskir.
  • Stoyt síðani sósina aftur á pannuna og rør saman við kryddurtum.
  • Rør róman í og lat tað smákókað eina løtu.

Smakka til við salt og pipari.

Kóka fettuccine og borðreið beinavegin

Borðreið saman við fettuccine og høsnarungabringu.
G.G: Til ber at enda við at koyra rivnan parmesan ost omaná.

Vælgagnist

 

Tilfar

2 høsnarungabringur

ein stelk við cherrytomatum
Olivenolja
Basilikum og oregano, turt ella fíntskorið
4 Hvítleyksbátar
1 reyð piparfrukt
1 leykur
150 ml rómi
3-4 spsk tomat paste
1 kili (valfrítt)
1 courgette
1 dl vatn við høsnarungabót
1 dós hakkaðar tomatir
Salt og pipar

Fettuccine