Pitsavaflur við Kæsa
Share:
16.10.2021
Pitsavaflur við Kæsa
Ein øðrvísi og lekkur miðmáli, sum eisini riggar serstakliga væl í matpakkanum. Vit brúka Kæsa frá Røsku til hesar spennandi vaflurnar.
ArbeiÐsháttur:
Alt tilfarið til deiggið verður blandað væl saman við miksara
Baka vaflurnar bert á tí einu síðuni við fyllu á. Vend henni ikki við, men klappa í staðin tvær vaflur saman, so fyllan verður í miðjuni av tveimum vaflum.
Tilfar
- 110 g Smør frá Røsku
- 4 egg
- 250 g hveitimjøl
- 0,5 tsk salt
- 4 dl Bóndamjólk
- 100 gr Súrróma 18%
- 1 spsk oregano
- 1 tsk paprika
- 0,5 tsk leykpulvur
- 1 tsk bakipulvurFylla:
- Pepperoni
- Skinkustrimlar
- Kæsa ostur, skorin í stykkir ella rivin
- Tomatsós