Bólkar

Døgverði

Share:

14.01.2026

Quesadillas við høsnarunga

Ein klassiskur mexikanskur rættur, sum er bæði lættur og smakkar sera væl. Hóskar væl til eitt hugnaligt kvøld saman við familju og vinum. Høsnarungin verður marineraður í kryddum og 9% súrróma, grønmeti gevur frískleika, og osturin ger rættin saftigan og kremutan. Hetta er ser ein rættur, ið altíð hittar!

ArbeiÐsháttur:

 

Marinera høsnarungan:
Sker høsnarungan í bitar. Rør kryddarípakkan saman við olju og blanda í høsnarungan.
Rør síðani 2 spsk súrróma í og lat hvíla í 30 min.

 

Ger grønmeti klárt:
Sker piparfruktir og leyk grovt. Pressa hvítleykin við einari hvítleykspressu
(Tað ber til at koyra frískt kili í, fyri at gera rættin sterkari)

 

 

Steik høsnarungan:
Steik høsnarungan á pannu við olju, til hann er stoktur. Tak av og legg til síðis.

Steik grønmeti:
Steik grønmeti í 5-10min, so tað verður bleytt, men ikki gjøgnumstokt. Tak av.

Ger dressingina:
Blanda súrróman við kryddaríum og smakka til.

 

Bygg quesadillas:

Smyr tortilla við einum tunnum lagi av smøri á báðum síðum, áðrenn tú leggur hana á pannuna. Hetta gevur ein gyltan lit, broysknari kantar og ein lekkra smør smakk.

Legg eina tortilla á pannuna. Stroya ost á helvtina, legg høsnarunga og grønmeti omaná.
Legg saman og steik á báðum síðum (umleið 3 min hvør síða), til osturin er smeltaður og pannukøkan gylt.

 

 

Borðreið:
Borðreið saman við dressingi.
Tú kanst eisini leggja avokado, jalapeños ella fríska koriander omaná fyri eyka smakk.
Hóskar væl saman við einari frískari salat ella guacamole.

 

 

Tilfar

Tilfar (4-6 persónar)

  • 400 g høsnarungi
  • 6 tortilla pannukøkur
  • 2 piparfruktir
  • 1 leykur
  • 3 hvítleyksbátar
  • 2 bl súrrómi (9%)
  • Olja til steiking
  • Smør
  • 1 pk quesadillas/taco/enchiladas kryddarí
  • Rivnin ostur (Cheddar, Gouda ella Mozzarella hóska væl)

Til dressing:

  • 1 bl súrrómi (9%)
  • Paprikapulvur
  • Leykpulvur
  • Turka oregano
  • Sriracha
  • Salt
  • Sitrónpipar
  • Karry