
Raska og Vinir – ein fantastiskur dagur hjá MBM!
Leygardagin 6. september skipaði MBM fyri stóra og ókeypis barnatiltakinum Raska og Vinir á økinum hjá fyritøkuni. Allir maskottarnar lótu eina felags peninga upphædd til eitt vælgerandi endamál og í ár høvdu vit valt at geva Barnabata eina peningagávu áljóðandi 24.000 kr, sum var frá maskottum í Føroyum.
Tað gjørdist ein sonn hátíð fyri bæði stór og smá, har yvir 800 vitjandi komu at njóta dagin saman við okkum.
Rógvi gyklarin var vertur og setti dám á dagin við undirhaldi og stuttleika. Næstan allar maskottar í Føroyum vóru komnar at heilsa uppá børnini – og saman dansaðu tey, flentu og tóku myndir.
Á skránni var nógv spennandi:
-
Hoppiborgir og popkorn
-
Andlitsmáling og smakkiroyndir
-
Grill við pylsum
-
Ballónir til øll børnini
-
Opið var í bæði búrøktini og verkstaðnum, har møguligt var at síggja maskinir, trukkar, traktorar og hoyvendara
Vit hjá MBM eru sera fegin um góða undirtøkuna og gleðast um allar glaðu familjurnar, ið luttóku.
Vit takka øllum, sum hjálptu til – og síggjast aftur komandi ár, tá Raska og vinir aftur fara at bjóða til ein stuttligan og minniligan dag! 🎈