Bólkar

Baking

Share:

30.01.2026

Sjokolátu muffur

Hesar muffur eru bæði lættar at gera og ótrúliga lekkrar til hugnaløtur, aftur við einum drekkamunni ella sum ein søtur endi á einum góðum degi.

ArbeiÐsháttur:

Hita ovnin upp í 180°C (yvir/undirhiti). Set muffinsformar í eina muffinsskuffu.

Bland alt tað turra tilfari saman í eina skál: mjøl, kakao, sukur, bakipulvur, vaniljusukur, natron og salt.

Í einari aðrari skál: píska eggini saman við súrróma, mjólk og smeltaða smørinum.

Rør vátu blandingina varisliga saman við turru tilfarini – rør til deiggið er blandað saman.

Vend hakkaðu sjokolátu bitar í.

Být deiggið í muffinsformarnar (uml. ¾ fullir)

Baka í 15-20min, til tær eru gjøgnumbakaðar.

Tilfar

150 g hveitimjøl

30 g kakao

150 g sukur

1 tsk bakipulvur

½ tsk natron

1 nip salt

2 egg

1 dl Súrróma 9%

1 dl mjólk

100 g smeltað smør

1 tsk vaniljusukur

100 g myrk sjokoláta í bitum