Sjokulátakøka við Blak og kaffikrem

Share:
16.10.2021
Sjokulátakøka við Blak og kaffikrem
Ein pyntilig og lekkur kaka, sum vit baka við blak frá Røsku. Omaná gera vit eitt lekkurt smørkrem við kaffismakki og pynta við daim.
ArbeiÐsháttur:
Stilla ovnin á 180 hitastig (yvir og undirhita)
Koyr alt tað turra tilfarið í eina skál
Smelta smør og lat tað kólna
Píska tað váta tilfarið sama og rør síðani alt saman
Koyr deiggi í ein kakuform (17×17 cm), og baka kakuna mitt í ovninum í uml. 25-30 min
Lat síðani kakuna kólna
Smørkrem:
Tak smørið út í einari tíð, soleiðis tað verður bleytt
Píska smør, flormelis, vaniljusukur og liðugt gjørt kaffi, til kremi verður luftigt
Smyr kremi á kakuna
Sker daim í smá pettir og koyr yvir kakuna
Tilfar
- 100 gr. smør
- 200 gr. sukur
- 40 gr. kakaopulvur
- 2 tsk. vaniljusukur
- 1 egg
- 1 tsk. natron
- 2,5 dl. Blak
- 130 gr. mjølSm
ørkrem:
- 150 gr. smør
- 100 gr. flormelis
- 2 tsk. vaniljusukur
- 4 spsk liðugt gjørt kaffi
- 50 gr. daim