
08.12.2025
Skuffukøka við kakaomjólk og sjokulátuganache
ArbeiÐsháttur:
Píska egg, kakaomjólk og sólblómuolju saman.
Blanda mjøl, sukur, kakaopulvur, vaniljusukur, bakipulvur, natron og salt saman og rør tað í deiggið.
Ger ein sterkan desilitur av kaffi og stoyt tað í deiggið. Rør væl í deiggið.
Legg bakipappír í eina bráðpannu og fyll síðani deiggið í.
Baka kakuna í umleið 25-30 minuttir á 180 hitastigum.
Ganache:
Hakka sjokulátuna og stoyt í eina skál.
Hita róma og sirop í einari grýtu – lat ikki kóka.
Stoyt heita rómablandið yvir sjokolátuna – lat standa í 2 minuttir og rør síðan til ein kremutan glasur. Rør við einum deiggjskavara.
Smyr sjokolátuganache á køkuna og punta við hakkaðum Daim og skreytsukri.
Set kalt í minsta lagi í 1 tíma, áðrenn servering.
Tilfar
2 egg
2 dl av Luksus kakao
1 1/4 dl av sólblómu olju
190 g av hveiti mjøli
275 g av sukri
35 g av ósøtum kakaopulvuri
1,5 tsk av vaniljupulvuri
1 tsk av bakipulvuri
1 tsk av natron
1 dism av salti
1 dl av nýgjørdum sterkum kaffi
Ganache
180 g av mjólkarsjokulátu
1 dl av róma
40 g av siroppi